CC/GFC
Nú gerast kvøldini myrk og long,
F CG C
ov lítið eg dugi at spinna.
C C/GFC
Heima har gerst mær stovan ov trong,
F C G C
hvar skal eg mær stuttleikan finna?
G F G
Frægast man vera at fara í dans.
CGFG
Heimalambið er har, eg gevi tí ans,
C G
og í Klubbanum hittist mangt par,
F C G C
har man finnast eitt hvørt vakurt fyri mær.
CC/GFC
So klæði eg meg í mín stutta stakk,
F CG C
sum neyvan til kníggja man røkka,
C C/GFC
silkisokkar og skógvar av lakk,
F C G C
sum brádliga sundur munnu støkka.
G F G
Ja, skjótt er at greiðA mítt dreingja hár,
CGFG
so klíni eg smyrsul uppá kyssusár,
C G
so er daman í galla og fjong,
F C G C
nú bert tørvar mær ein heimalambsdrong.
CC/GFC
Mót´ Klubbanum seti eg mína kós,
F CG C
har jazzbanda dreingirnir grenja.
C C/GFC
O, gævi eg fann mær ein fittan matrós,
F C G C
sum eg út í dansin kann venja.
G F G
Treystliga stígi eg um Klubbans gátt,
CGFG
eg veit, at eg fái eina stuttliga nátt,
C G
nú eg síggi ein danskan korporal,
hann skal vera í kvøld mítt høvuðsmál.
CC/GFC
Við blíðum eygum og bros á kinn
F CG C
eg tíðum á hann man heita.
C C/GFC
Vakrari drongi í hold og skinn
F C G C
tú leingi eftir skal leita.
G F G
Hann hyggur og hann brosar yvir móti mær,
CGFG
hann kennir at eg havi hug á sær,
C G
so trínur hann fram , ger eitt bukk:
F C G C
»Må jeg be´om en dans, frøken smuk«.
CC/GFC
Til jazzbanda streingir vit fara á flog
F CG C
og fram eftir gólvinum reika,
C C/GFC
og eyguni hittast og bera boð,
F C G C
meðan hjartað í ørsku man leika.
G F G
hann lýður mær í oyrað: »Vi ta´r os en tur,
CGFG
her bliver så trangt som i et fangebur«,
C G
og úr Klubbanum hvørva vit brátt,
F C G C
nú fyrst byrjar hin stuttliga nátt.
CC/GFC
So vinarliga hond í hond
F CG C
vit undan fólkinum renna,
C C/GFC
og steðga forpøst har yviri við strond,
F C G C
har eingin okkum man kenna.
G F G
Og mánin hann skínir yvir Nólsoyarfjørð,
CGFG
hann skínur og glampar , so vit verðA ør,
C G
og teir knappar teir skína sum gull,
F C G C
ja, av elskhugi eg verði so full.
CC/GFC
Eg kvøði ei meira um hesa nátt,
F CG C
eg livdi jú fleiri slíkar.
C C/GFC
Er drongurin fittur og veðrið gott,
F C G C
tá alt eftir vild seg líkar.
G F G
Ja, hugurin er góður, av besta slag,
CGFG
um teir koma aftur ella fara avstað.
C G
Men tá vit ikki longur fáa drong,
F C G C
ja, so fara vit allar undir kong.