DmA7DmEg standi her so kaldur og skúri
GmCDm
og hyggi í ein fúlan fløkjustamp,
DmA7Dm
í einum skitnum og køldum egningarskúri.
GmCDm
Jú, við línu kempa vit ein harðan kamp.
Sárhentur og blóðið úr fingrum rennur,
har stendur man og pressar allan dag,
ímeðan agnaskræpan í fingrarnar brennur,
og so í handskar, men hvat hjálpir tað.
C
Ja, gev mær fatur í tann mann,
Dm
hann sum upp á húkin fram,
C
so skal eg so buka hann,
Dm
at hann aldri gloyma tað kann.
C
Tí mangur maður hevur bannað,
Dm
tað má ein og hvør ásanna,
CA7
yvir henda lorta húk.
Dm
Krøk hann í ein skiparabúk!
So kemur man so dundrandi í fatið
og stendur so har sum eitt reyvarhol,
og hevur bert hug at skíta á heila fratið,
men, hetta gongur yvir alt mítt tol.
Ja, gev mær fatur í tann mann.......
Men nú fari eg at prøva nakað annað
enn hetta lorta lívið her umborð.
Og tonkja uppá, tá tú fert at standa og banna,
tá fert tú nokk at siga hesi orð:
Ja, gev mær fatur í tann mann.......